F'LJÓÐ Stovukonsertir

Magnus Heinasonar gøta 8, Tórshavnar

Måndag 6 maj 2024 till måndag 27 maj 2024, kl. 20-22.



Musik

Stovukonsert við Elini Brimheim Heinesen

Á stovukonsertini fer Elin Brimheim Heinesen at spæla øll seks løgini frá seinastu heildarútgávu síni - "Eitt dýpi av dýrari tíð / A Chasm of Precious Time", umframt úrval av løgum frá øðrum útgávum, hon hevur givið út.

Kaffi, te og køkur eru ókeypis.
Í fyrsta setti spælir Elin fyrst fimm-seks eldri og væl umtókt løg, sum hon hevur gjørt, og sum fólk kenna væl.
Síðani er ein steðgur uppá 15 minuttir, har til ber at fáa sær ein drekkamunn afturvið køkum.
Eftir steðgin lesur Elin eitt brot úr skaldskapi hjá pápa sínum, Jens Paula Heinesen.
Í øðrum og seinasta setti spælir Elin tey seks løgini frá symfonisku tónleikaútgávu síni, sum hon hevur gjørt til yrkingar hjá pápanum.
Vælkomin til eina hugnaliga stovukonsert / kvøldsetu heima í stovuni hjá Elini í hjartanum á Havnini í Magnus Heinasonar gøtu 8.
UM ELINA OG TÓNLEIKAÚTGÁVUR HENNARA
Elin Brimheim Heinesen var fødd í Havn í 1958. Hon er tónasmiðjur og songkvinna og hevur verið virkin á føroyska tónleikapallinum síðani sjeytiárini. Hon er kend sum tónleikari undir egnum navni, men hevur eisini samstarvað við aðrar tónleikarar. Har man samstarvið við tónasmiðjin og framleiðaran Kára Linderoth Jacobsen helst verða teð mest kenda, tí við Kára gav hon út væl umtóktu heildarútgávuna NALJA í 1988, har helvtin av sangunum á útgávuni vóru hennara og hin helvtin Kára'sa. NALJA gjørdist síðani ein klassikari í føroyska tónleikaheiminum. Elin hevur eisini samstarvað við akustiska tónleikabólkin Ad Libitum. Saman við bólkinum gav hon út heildarútgávuna "Yndisløg - ein ferð aftur í farnar tíðir" í 2010 við væl umtóktum tøkuløgum, sum hon týddi til føroyskt.
Hóast Elin ikki gav meira enn eina heildarútgávu út í longri tíð - tvs. frá 1988 fram til 2010, so má sigast, at løgini hjá henni á NALJA-útgávuni hava verið sera væl móttikin í heimlandi hennara. Løgini verða enn tráspæld í føroyskum útvarpi, hóast tað eru 36 ár síðani, tey komu út.
Á sumri í 2018 gav Elin endiliga út sína fyrstu heildarútgávu sum einstaklingur. Hendan útgávan hevur heitið "Handan stjørnurnar" einans við hennara egnu løgum á - 12 í alt.
Seinastu árini hevur Elin samstarvað við italska tónaskaldinum Enzo De Rosa um eina symfoniska heildarútgávu við løgum, sum Elin hevur gjørt til yrkingar hjá pápa sínum, rithøvundinum Jens Paula Heinesen. Heildarútgávan "Eitt dýpi av dýrari tíð / A Chasm of Precious Time " varð givin út 1. december 2023. Á útgávuni eru 12 skeringar - seks á føroyskum máli, og somu seks løgini á enskum máli. Elin hevur sjálv týtt yrkingarnar hjá pápa sínum tog sungið tær inn á enskum eisini.

Köp/beställa biljetter